Einar's Whisky verður børsað á Facebook

Einar's Whisky verður børsað á Facebook
Einar's Whisky, sum upprunaliga varð skrætt av hillunum hjá Rúsuni, verður nú selt fyri fleiri ferðir keypsprísin á Facebook
 
27.02.2022 - 12:11

Einar's Single Malt Whisky, sum Føroya Bjór framleiðir, verður selt í hópatali á ymiskum sølupallum á Facebook. 

Oftani fara fløskur fyri fleiri ferðir keypsprísin í Rúsuni. 

Onkur deild hjá Rúsdrekkasølu Landsins hevur illgruna um, at fólk keypa Einars Whisky inn undir seg um morgunin, og børsa so við teimum um kvøldið.

10.000 krónur

Í einum søluuppslagi á Facebook eru fýra fløskur av Einar's whisky settar til sølu, um hóskandi boð fæst.

Higartil hevur onkur bjóðað 10.000 krónur.  

Hvørja ferð eitt nýtt batch, sum er eitt framleiðslurað, av Einar's Whisky fer til sølu, er ein bíðirøð uttan fyri Rúsurnar kring landið eina góða løtu, áðrenn Rúsdrekkasølan letur upp.

Og fleiri keypa nógvar fløskur. 

Rúsdrekkasøla Landsins hevur kannað møguleikan fyri at avmarka søluna av ávísum slagi av whisky, men higartil hevur ikki borið til.

Rógvi Fossdalsá, stjóri í Rúsdrekkasølu landsins hevði ongar viðmerkingar til málið í løtuni.  

 

Einar mælir til avmarkingar

Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, hevur vent sær til Rúsdrekkasølu Landsins við einari áheitan um at seta avmarkingar á søluni av hansara whisky.

Føroya Bjór framleiðir whisky í so smáum nøgdum enn og vil tí gjarna hava, at so nógv sleppa at keypa fløskurnar.

 

Ólógligt at selja rúsdrekka á Facebook

Tað er ikki lógligt hjá einstaklingum at selja rúsdrekka umvegis Facebook ella nakra aðrastaðnis.

Rúsdrekkasølan, matstøð og vertshús kunnu selja rúsdrekka, men ikki einstaklingar á Facebook.

Michael Boolsen, fúti, veit ikki at siga, um nakar hevur meldað privatu søluna av rúsdrekka á Facebook.

Hann vísir til Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum varðar av lógini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815