Semingsroyndin ikki ásett enn

Semingsroyndin ikki ásett enn
Semingsmenninir vóru boðsendir at koma upp í sáttmálatrætuna millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið fyri 14 døgum síðani, men enn er ógreitt, nær semingsroyndin byrjar.
 
28.02.2022 - 09:25

Enn er ikki ásett, nær semingsroyndin verður í sáttmálasamráðingunum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Partarnir sendu boð eftir Semingsstovninum fyri tveimum vikum síðani.

Semingsstovnurin skuldi fyrst avgreiða sáttmálasamráðingarnar millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum samdust um nýggjan sáttmála mikudagin.

Sáttmálin millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið var galdandi til 1.oktober 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860