500 fleiri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í februar

500 fleiri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í februar
Í alt koyrdu 4.439 bilar í tunlinum í miðal um samdøgrið
Fleiri bilar koyra í Eysturoyartunlinum, men enn er ferðslan ikki tann, sum væntað var, men landskassin tryggjar tunnilsfelagnum neyðugu inntøkurnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.03.2022 - 09:51

Næstan 500 fleiri bilar koyrdu í miðal gjøgnum Eysturoyartunnilin í februar enn í januar.

Í alt koyrdu 4.439 bilar í tunlinum í miðal um samdøgrið.

Millum Eysturoy og Streymoy koyrdu knapt 3.800 bilar í februar, og millum Rókina og Strendur 643.

Men hóast fleiri bilar koyrdu í tunlinum í februar enn í januar, er tað kortini framvegis væl minni, enn upprunaligu metingarnar søgdu.  

Landið hevur tryggjað Eystur- og Sandoyatunlum inntøkur, sum svara til stívliga 6.000 akfør um samdøgrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904