Rúsan: Føroyingar keypa minni snaps og meira øl til ólavsøkuna

Rúsan: Føroyingar keypa minni snaps og meira øl til ólavsøkuna
Sølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins í juli verður væntandi nakrar hundrað túsund krónur meira í ár enn í fjør
Tann tiltikni snapsurin selur ikki longur eins nógv sum áður. Tann áður obligatoriski reyði Aalbog akvavitturin er nummar trý yvir mest seldu vørur av hesum slag hjá Rúsdrekkasøluni
 
28.07.2026 - 18:51

Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag eru allar deildir hjá Rúsdrekkasølu Landsins stongdar, og tær lata ikki uppaftur fyrr enn tjóðarhátíðin er av.

Sambært Rúsdrekkasøluni bendir nógv á, at juli verður ein av bestu sølumánaðunum higartil í ár. Sølan verður væntandi nakrar hundrað túsund krónur meira enn í juli í fjør.

Seinastu árini hevur sølan í juli ligið millum 16,5 og 19 milliónir krónur. Í 2024 varð selt fyri 17,6 milliónir krónur, meðan tølini fyri í fjør ikki eru almenn enn.

Rúsdrekkasølan sigur eisini, at keypsvanarnir hjá føroyingum eru broyttir. Í dag verður minni keypt av sterkum alkoholi, meðan øl, vín og sokallaðar ready to drink-vørur vorðnir vanligari. Ready to drink-vørur eru liðugblandaðir alkoholiskir drykkir, sum eru klárir at drekka úr dós ella fløsku.

Sølan av siðbundnum brennivíni, eitt nú snapsi, er eisini minkað. Tann áður so vanligi reyði Aalborg akvavitturin er nú nummar trý á listanum yvir mest seldu vørur av hesum slag, upplýsir Rúsdrekkasølan Landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485