Bunkra í St. John

Bunkra í St. John
Úti við tríggjar tímar seinkað er ferðalagið á veg til Bermuda komið til St. John í New Foundlandi, har flogfarið í løtuni bunkrar.
Flogfarið hjá Atlantic Airways bunkrar á flogvøllinum í Gander í New Foundlandi.
Mynd: Magnus á Stongum  
 
11.07.2013 - 23:00

Flogferðin til Bermuda er nú komin gott og væl í helvt, og fyri lítlari løtu síðani setti flogfarið hjá Atlantsflogi seg á flogbreytina í Gander flogvøllinum í St. John at bunkra.

Tað tekur ein knappan tíma, og ferðafólkini vera sitandi í flogfarinum, meðan brennievni verður fylt á. Hetta verður gjørt fyri at spara tíð.

Restin av ferðini tekur 2 tímar og 20 minuttir, og so er ferðalagið komið fram til Bermuda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037