MEST hevði 13 milliónir í avlopi í fjør

MEST hevði 13 milliónir í avlopi í fjør
Fyrireikingar at byggja nýggja turrdokk á Skála er byrjað, og dokkin skal eftir ætlan verða liðug í 2024
Nógv arbeiði er á skipasmiðjuni í Havn. NEST hevur tilsamans 500 ársverk, og av teimum eru 60 lærlingar.
 
18.03.2022 - 09:13

2021 hilnaðist væl á MEST. 

Úrslitið var í fjør eitt vet betri enn árið fyri, hóast nettosølan var minni. 

Avlopið eftir skatt var 12,9 mió kr í fjør, árið fyri var tað 12,8 mió kr. 

Í MEST-samtakinum eru 500 ársverk, av teimum 60 lærlingar.

Nettosølan í fjør var 392 mió kr. 

 

Gera nýggja turrdokk

Í 2020 fylti stóra verkætlanin við byggingini av nýggja havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra nógv í søluni, sum var 420 mió kr.

MEST er í løtuni í eini tilgongd at gera nýggja turdokk, tí verandi er ov lítil at taka ímóti størri fiskiskipum og øðrum skipum í vinnuni, sum verða bygd í hesum døgum. 

Fyrireikandi arbeiðið er farið í gongd, og skal eftir ætlan verða liðug í 2024. 

Nýggja turrdokkin verður beint norðan fyri verandi turrdokk á Skála. Dokkin verður eftir ætlan 150 metrar long, 30 metrar breið og 12 metrar djúp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040