HB framvegis oddalið

HB framvegis oddalið
HB vann í gjárkvøldið slagið um Havnina móti B36 og er enn oddalið í bestu fótbóltsdeildini við monnum
 
20.03.2022 - 09:50

Dysturin endaði 1-0 til HB, sum leikliga hevði yvirtakið í einum annars tomum dysti. 

Einasta málið í dystinum skoraði Stefan Radosavljevic í 57. minutti, tá hann úr egnari hálvu rann frá allari B36 verjuni og sett bóltin hegnisliga í málið aftan fyri Mathias Lamhauge.

Í hinum dystinum í bestu fótbóltsdeildini við monnum, sum var spældur í gjár, vann B68 sannførandi 2-0 á NSÍ við Løkin í Runavík. 

Hetta er fyrsti sigurin í bestu fótbóltsdeildini hjá B68 á NSÍ í 10 ár. 

Málini skutu Sebastian Lau Nielsen, sum nú er toppskjútti í deildini, og Steffan Løkin í ávikavist 14. og 45. minutti. 

Umframt málini, so brendi B68 eisini eitt brotsspark. 

------

Hinir dystirnir verða spældir í dag klokkan trý, tá Víkingur tekur móti AB í Sarpugerði, EB/Streymur og KÍ spæla við Margáir, og Skála og 07 Vestur bresta saman undir Mýruhjalla á Skála. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075