Margit Joensen: Tað er saknur í Boban

Margit Joensen: Tað er saknur í Boban
Venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti, Boban Ilic, hevur ikki fingið visum, og er tí ikki við í Bermuda
 
12.07.2013 - 17:00

Høvuðsvenjarin hjá føroyska flogbóltslandsliðnum, Boban Ilic, er ikki við, tí hann hevur ikki fingið visum.

Boban er serbi, og tað hava leingi verið trupulleikar við at fáa hansara loyvið upp á pláss. Tað er framvegis ikki komið upp á pláss, men í føroysku landsliðsleguni verður vóna, at tað fer at eydnast.

Margit Joensen, sum er mest royndi leikarin á føroyska landsliðnum, sigur við Kringvarpið, at tey vóna enn at fáa Boban Ilic til Bermuda.

Føroysku kvinnurnar eru tó ikki uttan venjara. Bartal Eliasen, hjálparvenjari, er komin til Bermuda í øllum góðum.

Margit Joensen sigur, at Bartal og hon hava fingið boð frá Boban Ilic um liðuppstillingar, venjingar og annað umvegis telefon.

Fyrsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti verður móti Grønlandi sunnudagin

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327