Meistarin góða byrjan í teprum sigri

Meistarin góða byrjan í teprum sigri
Meistarin, KÍ, vann tepran sigur á heimavølli ímóti B36, meðan NSÍ eitt sindur óvæntað tapti 2-0 ímóti HB í Havn í fyrsta umfari av Betri-deildini við kvinnum
KÍ fekk trý stig í fyrsta umfari, tá tær vunnu 1-0 á B36
 
23.03.2022 - 11:24

Føroyameistararnir úr KÍ fingu eina góða byrjan í fyrsta umfari av Betri-deildini við kvinnum.

KÍ tók ímóti B36 í gjárkvøldið, og heimaliðið vann tepurt 1-0. Malena Olsen skeyt málið beint fyri steðgin.

Silvurvinnarin í fjør, NSÍ, vitjaði HB í Gundadali, og har fór heimaliðið eitt sindur óvæntað avstað við øllum stigunum. 

Rebekka Katrine Klein Olsen og Astrid Mittfoss skutu málini. 

EBS/Skála vann á 07 Vestur í Vágum. Lea Lisberg, sum bert hevði Heidi Sevdal frammanfyri seg á toppskjúttaralistanum í fjør, skeyt eitt mál og Sólja Ernstdóttir fekk hitt.

Málið hjá heimaliðnum skoraði Lisa Haraldsen. 

Nýggja liðið í deildini, TB/FCS/Royn fekk eina harða byrjan, tá tær spældu sín fyrsta dyst. Víkingur fór av Eiðinum við einum 16-0 sigri. 

Millum annað kan nevnast, at Hanna Isaksen Højgaard skoraði fimm ferðir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065