Seinasta freist at velja próstadømisráð og stiftsstjórn

Seinasta freist at velja próstadømisráð og stiftsstjórn
Próstadømisráðið viðger m.a. fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum, og stiftsstjórnin umsitur kirkjuskattin
Kirkjan í Sørvági. Í dag er seinasta freist at velja próstadømisráð og stiftsstjórn.
 
23.03.2022 - 14:14

Í dag er seinasta freist at velja limir í próstadømisráðið og í Føroya stiftsstjórn.

Sum siðvenja er,  eru tveir listar til bæði valini. Ein listi fyri kirkjuráðslimir í øllum Føroyum og ein listi fyri fólk í høvuðsstaðarøkinum. Tó eru fólk aðrastaðni frá á seinna listanum. 

Val er eisini til Føroya stiftstjórn, har bert trý fólk sita, harav er bispur fastur limur í Føroya stiftstjórn. 

í próstadømisráðnum eru fimm limir. Uni Næs, dómpróstur, er fastur limur. 

Próstadømisráðið viðger fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum, gevur stiftsstjórnini tilmæli til góðkenning av fíggjarætlanunum og góðkennir roknskapirnar hjá kirkjuráðunum. 
Kirkjuráðslimir hava atkvøðurætt. 

Stiftsstjórnin umsitur Kirkjugrunnin. Hon umsitur lønir til prestarnar, starvfólki á stiftsumsitingini og pening til viðlíkahald av prestagørðunum og bispagarðinum. Stiftstjórnin umsitur eisini kirkjuskattin. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373