- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingfólk skjóta upp at minka útlátið 30 prosent

Tingfólk í fimm flokkum, Christian Andreasen í Fólkaflokkinum, Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, Bill Justinussen í Miðflokkinum, Ruth Vang í Framsókn og Kristin Michelsen í Sjálvstýri, hava lagt fram uppskot til samtyktar um vakstrarhúsgass og orku- og veðurlagspolitikk.
Tey biðja løgtingið heita á landsstýrið um at skipa so fyri, at útlátið av vakstrarhúsgassi minkar í minsta lagi 30 prosent komandi 10 árini, so útlátið verður 30 prosent minni, enn tað var í 2010.
Orku- og veðurlagspolitikkur
Og tey vilja eisini hava ein dagførdan orku -og veðurlagspolitikk.
Tingfólkini vísa á, at uppskot um orku- og veðurlagspolitikk var gjørt fyri einum ári síðani.
Í tí eru uppskot um 25 átøk.
Uppskotið var í almennari hoyring, og er viðgjørt í politisku flokkunum og í politisku skipanini.