Offside: orð kunnu skapa ótryggleika

Offside: orð kunnu skapa ótryggleika
Hesa vikuna sýnir danski leikbólkurin 'hils din mor' leikin, Offside, sum varpar ljós á niðurgerandi málburð ímóti samkyndum, sum kann vera í mansligum ítróttarumhvørvi
28.03.2022 - 18:20

Hvussu er tað at vera homseksuellur fótbóltsspælari?

Millum annað tann spurningin viðgerð leikurin, Offside, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.

 Tað er danski leikbólkurin, Hils din mor, sum sýnir leikin í samband við barna- og ungdómsfestivalin, Frítt flog.

Leikurin snýr seg í stuttum um dugnaliga fótbóltsspælaran, Nick, sum droymir um at klára seg væl í fótbólti. Alt broytist, tá hann fær ein nýggjan liðfelaga, Asbjørn. 

 - Um fótbólturin ella ítrótturin ikki rúmar øllum, sum tú ert, eisini tín seksualitet, so er tað ein trupulleiki, sigur Mathias Bøgelund, sum spælir høvuðsleiklutin í sjónleikinum.

Offside viðger eisini stundum harða málburðin kring leikvøllir, sum kann vera bæði homofobiskur, sexistiskur ella rasistiskur.

 - Øll skulu kenna seg vælkomin og trygg á leikvøllum. Í nógvum londum er tað (fótbóltur, red.) tjóðarítrótt, og tað kann ikki vera rætt, at tað skal vera eitt land fyri seg, har tú kemur og hoyrir viðmerkingar, sum eru niðrandi ímóti tí, sum tú ert, sigur framleiðarin, Jesper Frølund Hansen. 


 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244