Innanhýsis klandur steðgaði Rokksavninum

Innanhýsis klandur steðgaði Rokksavninum
Føroya Rokksavn, sum bæði vinnulívið í Klaksvík og løgtingið hava stuðlað, er uppsteðgað, tí stigtakararnir eru vorðnir rúkandi ósamdir. Pengarnir liggja støðlaðir á konto.
05.04.2022 - 08:55

Hugskotið var fínt.

At savna ljóðføri og annað tilfar frá føroysku rokksøguni í eitt savn í Klaksvík.

Tað hildu ikki einans teir fýra stigtakararnir - Aksel á Botni, Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og Jógvan Andrias Joensen.

Tað hildu stuðlarnir eisini - bæði vinnulívið og býráðið í Klaksvík.

Eisini løgtingið stuðlaði savninum við 100.000 krónum á fíggjarlógini.

Og til Faroese Music Awards vann stuðulstiltakið til savnið - Gittarting - ársins átak.

Innanhýsis ósemja

Men í dag - nøkur ár seinni - er framvegis einki savn komið í Klaksvík.

Verkætlanin er steðgað upp, og fleiri av teimum upprunaligu fýra stigtakarunum eru rýmdir.

Teir hava givið skarvin yvir.

Her kemur søgan um eitt savn, sum øll ynsktu sær, men sum doyði orsakað av innanhýsis ósemju.

Tað er ikki eydnast okkum at gera samrøðu við Jogvan Andrias Joensen.

Sí alla sendingina Lyst 54

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810