Pávin ætlar sær til Ukraina

Pávin ætlar sær til Ukraina
Borgarstjórin í Kyiv heldur, at Frans pávi kann rudda slóð fyri friði í Ukraina
Frans pávi er í hesum døgum á vitjan á Malta.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.04.2022 - 15:05

Frans pávi ætlar sær til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, eftir at hava fingið innbjóðing frá bæði borgarstjóranum og forsetanum, Zelenskyj.

Pávin er í hesum døgum á vitjan á Malta, og har var hann spurdur, um hann ætlar sær til Ukraina.

Pávin svaraði, at tað er framvegis ein møguleiki.

Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitschko, sendi 8. mars pávanum innbjóðing at koma til høvuðsstaðin í kreppurakta landinum.

 

Rudda slóð fyri friði

Borgarstjórin segði, at pávavitjanin hevur týdning, tá ræður um at bjarga mannalívum og at rudda slóð fyri friði í býnum og Ukraina.

23. mars helt ukrainski forsetin, Zelenskyj, talgilda røðu fyri italska tinginum, og tá nýtti hann eisini høvi at bjóða pávanum til Ukraina á vitjan. 

Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, og higartil eru fleiri enn fýra milliónir fólk flýdd av landinum undan krígnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096