Liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi bíða eftir plássi á ellisheimi ella sambýli

Liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi bíða eftir plássi á ellisheimi ella sambýli
30 fólk hava verið tilsamans 583 dagar í sjúkrahúsi
20 fólk, sum eru liðugt viðgjørd í Landssjúkrahúsinum, kunnu ikki útskruvast, tí pláss er ikki fyri teimum aðrastaðni.
 
07.04.2022 - 08:45

Higartil í ár hava 30 fólk verið í sjúkrahúsi eftir at tey eru liðugt viðgjørd har, tí ikki er pláss fyri teimum aðrastaðni, so sum í ellisheimi ella sambýli. Tey kunnu ikki útskrivast.

Tey hava verið tilsamans 583 dagar í sjúkrahúsi.

Talan er um níggju fólk í Suðuroyar sjúkrahúsi, eitt í Klaksvíkar sjúkrahúsi og 20 í Landssjúkrahúsinum.

Í fjør vóru 65 liðugt viðgjørd fólk í 2.243 dagar í sjúkrahúsi, tí ikki var pláss fyri teimum aðrastaðni.

 

Helvtin yngri enn 67 ár

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, sum spurdi um sjúkrahús og plásstrot.   

Øll bíða tó ikki eftir ellisheimi ella sambýli, tí higartil í ár er okkurt um helvtin teirra, sum ikki kunnu útskrivast, yngri enn 67 ár.

Ein orsøk er, at Almannaverkið ikki hevur tilboðini, sum fólkini hava brúk fyri, ella vilja fólk ikki hava hjálpina, sum Almannaverkið bjóðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166