Føroyar bukaðu Guernsey av

Føroyar bukaðu Guernsey av
Føroysku flogbóltskvinnurnar vunnu sannførandi 3-0 á Guernsey á oyggjaleikunum
Føroyar vunnu 3-0 Guernsey í bólkaspælinum á oyggjaleikunum í Bermuda
 
15.07.2013 - 15:45

Byrjanin upp á oyggjaleikirnar hjá føroysku flogbóltskvinnunum er tann besta, sum tær kundu ynskt sær. Tær hava júst vunnið 3-0 á Guernsey. Settúrslitini vóru 25-8, 25-16 og 25-13, og sum settúrslitini vísa, so bukaðu føroysku kvinnurnar Guernsey av.

Sostatt hava føroysku flogbóltskvinnurnar vunnið báðar sínar fyrstu dystir 3-0. Í gjár vunnu tær á Grønlandi. Í morgin skulu Føroyar spæla móti Álandi, sum verður mett at vera torførasta mótstøðuliðið í bólkinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775

Meira um sama evni