Útvarpið á páskum

Útvarpið á páskum
Páskafriðurin er eitt gott høvi at tendra útvarpið og lurta, og nógvar spennandi sendingar eru á skránni
Nógvar spennandi útvarpssendingar eru á skránni á páskum
Mynd: Shutterstock.com  
 
14.04.2022 - 00:40

Thomas Kingo

Frítekst tagging: 

Sálmaskaldið Thomas Kingo 
Fyrri partur
Skírisdag
kl. 13.10

Seinni partur
Langafríggjadag
kl. 13.10

Kingo_reyp

Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, sigur í tveimum pørtum frá sálmaskaldinum Thomas Kingo.

Armgarð Arge leggur til rættis.

 

--------------

Óbodna gentan á hotellinum
Skírisdag
kl. 14.17

obodna_gentan

Útvarpsdokumentarur um eina merkisverda hending, sum fór fram á Hotell Føroyum í 2009, tá ið ein útlendsk genta kemur undan kavi.

Finnur Koba hevur lagt til rættis.

 

--------------

GHM 100 ár
Skírisdag
kl. 15.00

ghm_100_ar

Í sambandi við 100 ára stovningardagin, helt harmoniorkestrið, GHM, stórfingna konsert í Norðurlandahúsinum 26. mars í ár. 

Kári Olsen leggur til rættis.

 

--------------

Framburðsroyndir í einahandilstíðini 
Fyrsti partur
Langafríggjadag
kl. 14.17

Annar partur
Leygardagin
kl. 18.15

Triði partur
Páskadag
kl. 14.15

Framburdsroyndir_i_einahandilstidini
 

Ljóðmyndarrøð í trimum pørtum um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag. Handilsvirksemið hjá Niels Ryberg í Vágsbotni frá 1767 til 1788 gav føroyingum íblástur at royna nýggjar leiðir, m.a. Nólsoyar Pálli. Eisini onnur framburðsfólk lógu framvið, eitt nú Jóhan Hendrik Weyhe í Søldarfirði, sum varð settur fastur fyri at smugla vørur við egnum skipi.

Tá Emilius Løbner gavst sum amtmaður, og Christian Ludvig Tillisch og síðan Frederik Feridinand Tillisch tóku við, komu frælslyntari menn í amtmansembætið.

Uni Arge skrivar og leggur til rættis eftir bókini "Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum" eftir Erling Isholm, doktara í søgu. Høgni Fagraberg og Rúni Eysturlíð settu saman.

 

--------------

Mótrák í føroyskari søguskriving

Seinni árini eru fleiri bøkur útkomnar, ið viðgera føroyska søgu. Tvær teirra ganga beint ímóti barnalærdóminum.

Nýggju útleggingarnar, ið koma fram av eldri søguligum tilfari, kunnu bæði tykjast ørkymlandi og sannførandi, og hetta kann órógva lesaran, tí hvørjum skal hann trúgva?

Eitt mótrák er komið í føroyskari søguskriving. Er føroyska søgufatanin um at flyta seg? Og kunnu vit vænta eina margbroyttari Føroya søgu í nærmastu framtíð? 

Hvat er tað, ið søgufrøðingar og leikfólk eru uppi ímóti, tá  ið føroysk søga skal skrivast?

Hans Stephanson Egholm leggur til rættis.

 

FYRRI PARTUR

SEINNI PARTUR

 

--------------

Kvørnin: Sangsmiðir hittast 
Útvarpssendirøð í trimum pørtum
Triði partur
Páskadag
kl. 17.15

Tann 25.apríl í fjør fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki. Tá hittust fimm sangsmiðir - heiðamaðurin Beinir Troest, glyvramaðurin Niclas Johannesen saman við Lenu Anderssen, søldfirðingurin Marius Ziska, og skálamaðurin Hans Jacob Kollslíð - fyri at práta og hugleiða um tað at skriva sangir og tekstir.

Urd Johannesen var orðstýrari, og Steingrund Akkustik stóð fyri ljóðinum í Skótahúsinum.

Eyðfinn Jensen tók tiltakið upp og setti sendingarnar saman.

FYRSTI PARTUR

ANNAR PARTUR

 

 
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
Nýtt ljóð
201713
Hósdag 18. desember
Breddin: Fíggjarlógin og haldføri
201704
Hósdag 18. desember
Morgunlestur hósdagur 18.desember 2025
200537
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552