- Tíðindi, mentan og ítróttur
Steðgaði upp eftir steðgin
Føroyar vóru frammanfyri eftir framúr avrik fyri steðgin, men í seinna hálvleiki steðgaði upp, og tí vunnu týskarar 33-27 og tryggjaðu sær sum væntað HM-plássið í Svøríki og Póllandi næsta ár.
Elias á Skipagøtu var fyri atfinningum eftir tapið fyri Týsklandi, men hann byrjaði væl í føroyska álopinum við tveimum málum.
Trupulleikin var, at Týskland byrjaði enn betur, og tryggjaði sær leiðsluna tíðliga við skjótum spæli, sum eisini kostaði Helga Hildarsyni Hoydal og Róa Berg Hansen tveir minuttir uttanfyri.
Á vongunum vóru Hákun West av Teigum og Leivur Mortensen aftur vælupplagdir og við hvør sínum máli minkaðu teir um týsku leiðsluna.
Føroyska verjan stóð eisini nógv betur enn í Kiel, og týskarar máttu stríðast fyri sínum kjansum. Harafturat bjargaðu Pauli Jacobsen og Nicholas Satchwell meir enn á útivølli, og tá ið Hákun West av Teigum skoraði við skjótálopi eftir 23 minuttir var javnleikur 12-12.
Og tað gjørdist betur enn. Hevndarhugaði Elias á Skipagøtu helt fram við stórspælinum, og Andreas 'Andy' Wolff í týska málinum fekk ikki fatur á skotunum, sum komu úr øllum ættum. Síðstu minuttirnar skutu Føroyar fýra og Týskland trý mal, og so fóru føroyingarnir til hálvleiks við 16-15 leiðslu.
Niðurbræðing eftir steðgin
Eins góður, og endin av fyrra hálvleiki var, eins vánalig var byrjanin eftir steðgin. Bæði Kjartan Johansen og Elias á Skipagøtu tveittu bóltar burtur, og tá ið 38 minuttir vóru spældir, var støðan 22-19, og Peter Bredsdorff-Larsen bað um leikbrá.
Pauli Mittún kom á vøllin fyri Elias á Skipagøtu, og týskarar høvdu lættari við at steðga føroyingunum, sum ikki funnu loysnirnar. Sum heild vóru neyvleikin og konsentratiónin frá fyrra hálvleiki ikki at síggja eftir steðgin, hóast tað glógvaði onkra løtu.
Enn sum áður var tað serliga Elias Á Skipagøtu, sum - um hann ikki skoraði sjálvur - fann liðfelagar á vonginum ella á strikuni.
Men føroyingarnir rukku ongantíð somu hæddum, og tí gjørdist úrslitið ikki tað, sum tey flestu helst vónaðu eftir gylta hálvleikin.
Høllin á Hálsi (HM Play-off, seinni dystur)
Føroyar-Týskand, 27-33 (16-15)
Føroysku málskjúttarnir:
Elias á Skipagøtu, 9
Pætur Mikkjalsson, 5
Hákun West av Teigum, 4
Kjartan Johansen, 3
Peter Krogh, 2
Helgi Hildarson Hoydal, 1
Leivur Mortensen, 1
Tróndur Mikkelsen, 1
Niclas Selvig, 1