Kina kann gagnnýta diplomatisku kreppuna í Arktis

Kina kann gagnnýta diplomatisku kreppuna í Arktis
Um Arktiska Ráðið dettur niðurfyri, so gevur tað størri rásarúm til ikki-arktiskar statir og kann skaða limalondini, sigur lektari í Forsvarsakademinum
 
18.04.2022 - 10:05

Kina kann gagnnýta fyribls steðgin í virkseminum hjá Arktiska Ráðnum til at økja um ávirkan sína í økinum. 

Tað sigur Camilla Tenna Nørup Sørensen, lektari í Forsvarsakademiet, við heimasíðuna Altinget.dk.

- Tað er til fyrimuns fyri allar arktisku statirnar at hava ræði yvir Arktisk. Um Arktiska Ráðið dettur niðurfyri, so gevur tað størri rásarúm til ikki-arktiskar statir og kann skaða limalondini, sigur hon. 

Sjey av teimum átta limalondunum í Arktiska Ráðnum - tey eru USA, Kanada, Danmark, Norra, Finnland, Ísland og Svøríki - hava fyribils steðgað øllum virksemi í ráðnum í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina. Russland er áttinda landið í ráðnum og hevur í løtuni formansskapin í Arktiska Ráðnum.  

Kunnu ganga fleiri ár
Sambært serfrøðingar kunnu tað ganga fleiri ár, áðrenn diplomatiska sambandið millum Russland og hini londini í Arktiska Ráðnum eru av slíkum slag, at arbeiðið kann halda fram. 

Tað kann vera ein fyrimunur fyri Kina, ávarar Camilla Tenna Nørup Sørensen.

- Ein partur av arktisku stategiini hjá Kina er júst tann, at tey gjarna vilja, at Arktisk í størri mun verður stýrt eftir altjóða avtalum. Vandi er fyri, at tað kann undirgrava Arktiskta Ráðið, sigur lektarin við Altinget.dk.

Hon vísir á, at higartil hava arktisku londini lagt dent á, at tey saman kunnu finna eina loysn í Arktisk. Men nú tað ikki er galdandi, styrkir tað støðuna hjá teimum, sum ynskja eina aðra loysn. 

- Um vit byrja at fáa nakrar reglur, sum ikki stava frá serligum arktiskum viðurskiftum, men í staðin altjóða viðurskiftum, so verður eitt nýtt fyridømi skapt og nýggjar mannagongdir lagdar, sum kunnu verða truplar at steðga aftur, sigur lektarin.

Fyrimunir við russiskari luttøku
Mikkel Runge Olesen, sum er granskari í Dansk Institut for Internationale Studier, vísir á, at tað eru nakrar geopolitiskar og diplomatiskir fyrimunir, við russisku luttøkuni í Arktiska Ráðnum. 

- Samansetingin av Arktiska Ráðnum er orsøkin til, at tað hevur eydnast so væl. Tað hevur verið við til at skapa ein lágspenning í økinum og eitt breitt samstarv, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839