Berlingske: Føroyar snúgva sær uttan um ES-revsitiltøk

bannari
Berlingske: Føroyar snúgva sær uttan um ES-revsitiltøk
Stjórin í Dansk Fiskeriforening sammettir føroyingar við sjórænarar
Russisk skip gera, sum teimum lystir í Føroyum, skrivar Berlingske í dag.
 
27.04.2022 - 13:39

Stóra danska tíðindablaðið, Berlingske Tidende, hevur eina hvassorðaða yvirskrift í dag.

Har stendur, at Føroyar eru at meta sum sjórænarar, tí Føroyar snúgva sær uttan um revsitiltøkini hjá ES, og lata russisk skip gera, sum teimum lystir.

Blaðið ger nógv burturúr, at Føroyar, tá kríggið í Ukraina byrjaði í februar, lovaðu at seta somu tiltøk í verk sum ES. Men tá ES setti síni tiltøk í verk 16. apríl, bannaðu føroyingar ikki russiskum skipum at leggja at bryggju. Blaðið nevnir tó einki um, hvørji undantøk eru.

Framsøgumaðurin í Føroyamálum hjá Eindarlistanum, Christian Juhl, sigur, at Føroyar eiga at seta eitt bann i verk.

- Føroyar kunnu gera stóran mun, og skal bannið rigga, mugu øll lond vera við, sigur Christian Juhl. 

 

Sjórænarar

Stjórin í Danmarks Fiskeriforening, Ken Skau Fischer, heldur, at Føroyar gera, sum teimum lystir, og tað er hann, sum sammetir føroyingar við sjórænarar. 

Sjúrður Skaale, fólkatingslimir, eru eisini við í greinini, og hann hartar Føroyar fyri ikki at gevast við samhandlinum við Russland. 

Berlingske hevur roynt at fingið viðmerking frá landsstýrinum og danska uttanríkisráðnum, men tað hevur ikki eydnast. 

 

56 prosent fyri

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur kunngjørt eina nýggja spurnarkanning, ið Spyr.fo, hevur gjørt fyri flokkin.

Sambært kanningini, siga 56 prosent, at tað er í lagi steðga samhandlinum við Russland, og 53 prosent vilja steingja havnirnar. 

Óvissan í kanningini er 3,5 prosent. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808