Samgongan vil hava serlóg um tiltøk móti Russlandi

Samgongan vil hava serlóg um tiltøk móti Russlandi
Meirilutin í Uttanlandsnevndini leggur dent á fiskiveiðisamstarvið við Russland, og tí skal ein serstøk løgtingslóg samtykkjast.
Samgongan í Uttanlandsnevndini sigur, at skaðar ein havnarstongsul fyri fiskiskip fiskiveiðiavtaluna við Russland,, skal hann ikki setast í verk uttan serliga lógarheimild.
 
03.05.2022 - 08:23

Revsitiltøkini hjá Føroyum móti Russlandi eiga ikki at ávirka fiskivinnuavtalur við onnur lond, ella avmarka útflutning av fiskavørum og matvørum.

Skulu slík tiltøk fremjast, skal serstøk lóg til tess.

Tað sigur meirilutin í Uttanlandsnevndini, nevndarlimirnir hjá samgonguni, í einum broytingaruppskoti til uppskotið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um heimild at seta í verk revsitiltøk, sum eru lík teimum, sum ES-londini og onnur lond hava, móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk og Luhansk. 

 

Kunnu ávirka fiskiveiðiavtaluna

Havandi í huga aldargamla fiskiveiðisamstarvið við Russland, heldur meirilutin, at serstøk løgtingslóg skal samtykkjast,  um landsstýrismaðurin ætlar at seta tiltøk í verk, sum kunnu ávirka fiskiveiðiavtaluna. 

Tað sama sigur meirilutin um føroyska útflutningin til Russlands.

Tiltøk, sum kunnu hava avmarkandi ávirkan á hendan útflutning, skulu samtykkjast í serstakari løgtingslóg. 

Og skaðar ein havnarstongsul fyri fiskiskip fiskiveiðiavtaluna, skal hann ikki setast í verk uttan serliga lógarheimild.

 

Eisini í verki

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í Uttanlandsnevndini siga, at vit eiga at fordøma krígsgerðirnar hjá Russlandi, ikki bara í orðum, men eisini í verki.

Flokkarnir siga, at teir fyri langari tíð síðani boðaðu frá, at vit eiga at steðga samhandlinum við Russland. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502