Seks heiðursmerki afturat til fimleikin

Seks heiðursmerki afturat til fimleikin
Seinasti dagurin hjá okkara fimleikamonnum á Oyggjaleikunum royndist væl. Teir fingu seks heiðursmerki, eitt gull, trý silvur og tvey bronsuheiðursmerki
Jóni Christiansen er ein av fimleikarmonnunum, ið hava fingið nógv heiðursmerki til hesar oyggjaleikirnar
Mynd: Kári Sólstein  
 
18.07.2013 - 23:15

Í dag var tað tann bundna kappingin í amboðum, og eftir lopið um hestin stóðu tríggir føroyingar á sigurspallinum. Øssur Debes Eiriksfoss fekk gull, Bogi Berg silvur og 14 ára gamli Aron Jacobsen fekk bronsu.

Harafturat fekk Jóni Brandsson Christiansen silvur í rekk, Øssur D. Eiriksfoss fekk silvur í ringum og Aron Jacobsen fekk bronsu í paralellbarr.

Nú kappingin hjá fimleikafólkunum er av, hava okkara fimleikafólk fingið tilsamans 14 heiðursmerki. Menninir 13 og kvinnurnar eitt. Kvinnurnar vóru í somu kapping sum menninir í dag, og í tveimum førum vóru tær ógviliga nær við at fáa heiðursmerki.

Øssur Debes Eiriksfoss er tann stóri heiðursmerkjaslúkurin fyri Føroyar á hesum Oyggjaleikunum. Hann hevur vunnið átta heiðursmerki, sjey í fimleiki og eitt í hæddarlopi á frælsu ítróttarbreytini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523