120 ára gamla krambúðin í Vestmanna er endurreist

120 ára gamla krambúðin í Vestmanna er endurreist
Góð tretivu ár eru liðin, síðani handilin lat aftur, men brøðurnir Bjarki og Sigbjørn fegnast nú um, at handilin aftur verður vístur fram, sum hann sá út, tá teir vóru ungir
07.07.2026 - 19:38

Lív var í krambúðini hjá abbanum, tá brøðurnir Bjarki og Sigbjørn Skúvadal plagdu at leggja vegin framvið sum ungir dreingir.

Góð tretivu ár eru liðin, síðani handilin lat aftur, men nú er krambúðin endurreist, og verður víst fram júst soleiðis, sum hon sá út í fimti- og sekstiárunum.

- Tá ið vit vóru yngri hildu vit, at handilin skuldi gerast tíðarhóskandi, men tað bleiv ikki til nakað. Tíbetur, siga vit í dag, sigur Bjarki Skúvadal.

Vestmanna kommuna, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at lata handilin upp aftur, hevur roynt at hildið seg so tætt upp at upprundastandinum sum gjørligt, og spyrt tú beiggjarnar hevur hetta eydnast væl.

Krambúðin hevur opið eftir avtalu við kommununa.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040