Hava gjørt verjuavtalu fyri 1,5 milliardir kr.

Hava gjørt verjuavtalu fyri 1,5 milliardir kr.
Verjuavtalan millum Danmark og Grønland útvegar Grønlandi 20 nýggj arbeiðspláss
Morten Bødskov, verjumálaráðharri, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.05.2022 - 08:55

Danmark og Grønland hava gjørt eina verjuavtalu, sum kostar hálvaaðru milliard krónur.

Hon hevur verið leingi ávegis, tí uppskotið um hana var kunngjørt í fólkatinginum í februar í fjør.

Men grønlendska landsstýrið vildi ikki góðtaka uppskotið uttan nakað.

Nú er orðið "forsvar", verja, ikki longur í heitinum um útbúgvingina í Kangerlussuaq. 

 

Tvær dronur

Í avtaluni eru millum annað tvær dronur, sum skulu hava eftirlit við Arktis. Tær kosta 750 mió. kr. 

Og Grønland fær 50 mió. kr. til eina útbúgving. Hon er nú meira ætlað sum tilbúgving enn sum verja, sum ætlanin upprunaliga var.

Útbúgvingin byrjar næsta ár.

Verjuavtalan, sum nú er gjørd millum Danmark og Grønland, útvegar Grønlandi 20 nýggj arbeiðspláss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852