Grønland setur eisini tiltøk í verk móti Russlandi

Grønland setur eisini tiltøk í verk móti Russlandi
Vinnan lagar seg til broyttu umstøðurnar, tí fyritøkur hava longu av sínum eintingum sett tiltøk í verk, sigur Grønlands Erhverv
Grønlendska landstingið tók einmælt undir við uppskotinum hjá landsstýrinum um tiltøk móti Russlandi.
 
22.05.2022 - 16:03

Grønlendska landstingið hevur einmælt samtykt at seta tiltøk í verk móti Russlandi, í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina.

Støða er ikki tikin til, hvørji tiltøk skulu setast í verk, men landsstýrið hevur fleiri møguleikar, skrivar grønlendska kringvarpið.

Ein møguleiki er at gevast at selja skeljadýr og fiskavørur til Russlands. 

Millum 13 og 14 prosent av øllum útflutningi av skeljadýrum og fiskavørum í fjør fóru til Russlands, og selt var fyri 580 milliónir kr.

 

Grønlendingar skelja nógv skeljadýr til Russlands. (Mynd: KNR)

 

Góðtaka støðuna

Grønlendska vinnan góðtekur eisini støðuna, hóast vandi er fyri, at tiltøkini kunnu raka arbeiðspláss í Grønlandi.

Christian Keldsen, formaður í Grønlands Erhverv, væntar, at vinnan fer at laga seg til umstøðurnar. Royal Greenland gavst við øllum handli til Russlandi í mars.

- Grønlands Erhverv hevur alla tíðina tikið undir við, at Grønland skal gera sum hini vestanlondini og seta tiltøk í verk móti Russlandi. Tiltøk hava longu verið í gildi eina tíð, og tað tykist sum fyritøkurnar hava dugað væl at handfara støðuna, sigur Christian Keldsen.

 

Føroyska lógin komin í gildi

Føroyska lógin um revsitiltøk móti Russlandi kom í gildi í hesi vikuni.

Løgtingið samtykti einmælt lógina, men ikki uppskotið, sum kom úr Uttanríkismálaráðnum. Meirilutin í Uttanlandsnevndini broytti uppskotið.

Tað hevur við sær, at landsstýrismaðurin skal hava heimild frá løgtinginum, um hann ætlar at gera revsitiltøk, sum kunnu ávirka fiskiveiðusamstarvið hjá Føroyum. 

Ásett verður í kunngerð, hvørji revsitiltøkini vera. Tann kunngerðin ella tær kunngerðirnar verða nú gjørdar í Uttanríkismálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472