John Frederiksen liðugur í SKU Amstetten

John Frederiksen liðugur í SKU Amstetten
"Eg havi aðrar og størri ambitiónir. Og tað matchaði ikki akkurát við har, ið eg var," sigur landsliðsáleyparin John Frederiksen, sum nú leitar eftir nýggjum felag
Landsliðsáleyparin John Frederiksen leitar eftir nýggjum felag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.05.2022 - 06:03

Einasti føroyski fótbóltsspælarin í eysturríkskum fótbólti, áleyparin John Frederiksen, er í holt við at finna sær eitt nýtt felag. 

Tað kunnger høgi áleyparin á Facebook. 

John Frederiksen, sum í fýra umførum hevur umboðað føroyska A-landsliðið, hevur síðani 2021 spælt við eysturríkska liðnum SKU Amstetten í næstbestu deildini. 

Hetta seinasta kappingarárið hevur John Frederiksen spælt 14 dystir fyri felagið og skotið fýra mál. 

 

Størri ambitiónir

Í stuttari viðmerking váttar 26 ára gamli John Frederiksen, at hann er í holt við at finna sær eitt nýtt felag. 

Men hvagar leiðin nú gongur, fær hann ikki sagt nakað um. 

"Eg havi aðrar og størri ambitiónir. Og tað matchaði ikki akkurát við har, ið eg var," sigur hann. 

Heldur ikki er greitt, um John Frederiksen heldur fram í eysturríkskum fótbólti. 

John Frederiksen fekk sína fótbóltsuppaling í NB Bornholm í Nexø, har hann er uppvaksin. Men eitt skifti spældi hann í Føroyum við 07 Vestur og HB, áðrenn leiðin gekk til finska felagið MuSa og síðani eysturríkska SKU Amstetten. 

John Frederiksen

Frítekst tagging: 

 

Ein serlig yrkisleið

Í sambandi við hansara fyrstu úttøku til A-landsliðið, greiddi John Frederiksen frá síni heldur øðrvísi fótbóltsyrkisleið. 

Og um ta sannroynd, at hann í februar 2021 fekk staðfest svull á heilanum. 

210823_NET_JOHN_FREDERIKSEN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928