Fíggjareftirlitið hartar banka

Fíggjareftirlitið hartar banka
Fólki nýtist ikki at siga bankanum, hvussu nógv tey skylda, fyri at fáa eina innlánskontu
Tað er óneyðugt hjá viðskiftafólki at upplýsa um sína skuld fyri at stovna eina innlánskontu í einum peningarstovni, sigur Fíggjareftirlitið.
 
23.07.2013 - 10:30

Peningastovnar kunnu ikki, uttan sakliga grundgeving, nokta fólki at stovna eina vanliga innlánskontu.

- Og tað er ikki ein saklig grundgeving, at fólk ikki vilja siga bankanum, hvussu nógv, tey skylda.

Tað sigur Fíggjareftirlitið, sum hevur viðgjørt eina klagu.

Arbejdernes Landsbank
Arbejdernes Landsbank noktaði at stovna eina innlánskontu, tí bankin fekk ikki upplýsingar um skuldina hjá tí, sum vildi hava kontuna.

Bankin kravdi upplýsingarnar við at vísa til lógina, sum skal forða fyri, at pengar verða hvítvaskaðir í bankanum.

Men Fíggjareftirlitið sigur, at bankanum nýtist ikki at vita, hvørja skuld, fólk hava, vilja tey stovna innlánskontu, heldur ikki, um víst verður til lógina um at hvítvaska pengar.

Ósømiligur atburður
Fíggjareftirlitið sigur, at ein saklig grund fyri at nokta fólki at stovna innlánskontu, kann vera, at fólk hava borið seg ósømiliga at í bankanum.

Arbejdernes Landsbank hevur fingið boð um at broyta sínar mannagongdir viðvíkjandi spurningum til teirra, sum vilja stovna innlánskontu.

Danska Fíggjareftirlitið hevur eisini eftirlit við peningastovnunum í Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328