Fara eftir triðja plássinum

Fara eftir triðja plássinum
U21-landsliðið í fótbólti hjá monnum fer eftir sigrinum og triðja plássinum í bólkinum, tá Føroyar taka ímóti Serbia við Djúpumýrar seinnapartin
Greið boð: føroyska U21-landsliðið fer eftir sigrinum ímóti Serbia
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
07.06.2022 - 13:43

Føroyska U21-landsliðið fer eftir sigrinum og triðja plássinum í bólkinum, tá Serbia vitjar við Djúpumýrar í Klaksvík seinnpartin.

Hetta er síðsti dysturin í hesi undankappingini, og undan dystinum er Serbia á triðja plássi við 11 stigum. Føroyar eru tvey stig aftanfyri, og yvirhála tískil Serbia við einum sigri.

 - Hetta er ein stórur dystur fyri okkum, tí vit hava møguleika fyri at enda á triðjaplássinum, og vit fara sjálvandi eftir at røkka tí málinum, sigur landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tað eydnaðist Føroyum at fáa javnleik á útivølli ímóti serbum í fjør - bert eitt av fleiri góðum úrslitinum, sum U21-landsliðið hevur fingið í hesi kappingini.
 
 - Vit hava fyrr prógvað, at vit kunnu standa okkum væl móti teimum bestu, og tað ætla vit okkum eisini at gera í morgin, sigur Sámal Erik Hentze.

Seinast gekk kortini ikki so væl. Føroyar taptu 4-0 fyri Ukreina.

Dysturin byrjar klokkan 16.15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244