Søkja nú um byggiloyvi til nýggja dokk á Skála

Søkja nú um byggiloyvi til nýggja dokk á Skála
Ætlanin er at byggja dokkina innan fyri verandi dokk, og hon skal verða liðug í 2024
Nýggja dokkin skal byggjast innan fyri verandi dokk á Skála.
 
08.06.2022 - 10:01

Skipasmiðjan Mest søkir nú Runavíkar kommunu um loyvi at byggja nýggja dokk á Skála.

Umsóknin er send til Runavíkar kommunu 24. mai. 

Mouritz Mohr, stjóri í Mest, vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið um málið.

Í skjølunum, sum Kringvarpið hevur fingið alment innlit í, sæst, at Mest hevur ætlanir um, at arbeiðið at gera nýggju dokkina kann byrja næsta summar, og at hon skal vera klár at taka í nýtslu í 2024.

Dokkin verður eftir ætlan 150 metrar long, 30 metrar breið, og dýpið er millum 10 og 12 metrar undir meðalvatni.

 

Mouritz Mohr er stjóri í Mest.

 

Ikki innilokað

Talan verður ikki um eina innilokaða høll, men eina dokk, sum líkist verandi dokk, tó væl størri.

Nakað av spreingiarbeiði skal gerast, men ætlanin er í mest møguligan mun at skera dokkina út úr helluni.

Ætlanin var annars hjá Mest at gera eina stóra dokk á Tjørnunesi, stutt norðan fyri bygdina Undir Gøtueiði. Men seinasta heyst broytti Mest ætlan og avgjørdi í staðin at staðseta nýggju dokkina á Skála beint innan fyri verandi dokk.

Tá segði Mouritz Mohr, stjóri í Mest, soleiðis:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Í skjølunum sæst, at Mest heldur, at tað eru rakstrarfyrimunir, at báðar dokkirnar verða staðsettar við stuttari frástøðu. 

 

Broyta býarskipan

Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti á fundi 4. november í fjør at broyta býarskipanina fyri Skála soleiðis, at umleið 950 fermetrar av bústaðarøki norðan fyri Mest verður broytt til vinnuøki. Ætlanin er at flyta ella taka niður nøkur hús, har nýggja dokkin skal vera.

Málið at broyta býarskipanina er sent til Umhvørvisstovuna til góðkenningar.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, vil ikki gera bandaða samrøðu um málið.

Skálanevndin hevur ikki viðgjørt málið enn. Tórbjørn Jacobsen væntar ikki, at fundur verður í Skálanevndini fyrr enn í august ella september.

Umsóknin verður nú viðgjørd í viðkomandi nevndum í Runavíkar býráð. Nær málið kemur úr nevndunum aftur, veit borgarstjórin ikki. 

Fleiri partar hava fingið innlit í málið, men nærmastu grannarnir eru ikki kunnaðir.

 

 

Granni hjá fleiri húsum

Tekningar, sum verkfrøðingaráðgevingin Verkfo hevur gjørt fyri Mest, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, vísa, at nýggja dokkin verður næsti granni við fleiri sethús. 

Mouritz Mohr vónar, at Runavíkar kommuna fer at skipa fyri einum borgarafundi á Skála at kunna um ætlanina. Tórbjørn Jacobsen sigur við Kringvarpið, at kommunan enn ongar ætlanir hevur um at kunna um málið.  

Málið hevur verið viðgjørt av Náttúrufriðingarnevndini fyri Eysturoyar sýslu. Hon góðtekur, at verkætlanin verður framd sum ætlað, tó við nøkrum fáum treytum, millum annað at at ikki verður gingið møguligum fornminnum ov nær, og at frárensl verða tryggjað soleiðis, at náttúran verður vard.

Ein treyt var eisini, at Yvirfriðingarnevndin skuldi viðgera málið endaliga.

Svar er komið frá Yvirfriðingarnevndini 2. mai, og nevndin tekur undir við góðkenningini frá Náttúrufriðingarnevndini fyri Eysturoyar sýslu, tó við tí tilmæli, at tosað verður við Tjóðsavnið um, hvussu gamlir bygningar á økinum verða varðveittir. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. mars
Vikuskiftið 7. mars 2025
188837
Fríggjadag 7. mars
Morgunlestur fríggjadagur 7. mars 2025
188662
Hósdag 6. mars
RagnarRokk 6.mars 2025
187255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766