Vit velja Føroyar

Vit velja Føroyar
“Vit trúgva uppá, at Føroyar eru eitt gott stað at virka og liva. At her er gott at vera og nakað at koma heim aftur til”
 
24.07.2013 - 13:58

- Vit trúgva eisini uppá, at við fólkavøkstri kemur búskaparvøkstur, ein ríkari mentan, trivnaður og ein enn størri atdráttarmegi sum samfelag. Vit trúgva eisini uppá, at okkara útisetar eru ein partur av loysnini, og at tað er her heima, at teir kunnu gera mun.

Soleiðis stendur í endamálsorðingini hjá átakinum “Vit velja Føroyar”, sum Kommunusamskipan Føroya og 10 føroyskar vinnufyritøkur hava tikið stig til, og sum fer av bakkastokki á ólavsøku.

Átakið skal komandi árini vera við til at venda skeivu gongdini og aftur geva føroyingum hug og orsøkir at búgva og virka í Føroyum. Tað er ein sannroynd, at fólkatalið støðugt minkar, og annarhvør føroyingur, sum fer av landinum at lesa, verður verandi uttanlands. Avbjóðingin er stór, men vit vilja vera við til at venda gongdini.

Staðfesting og áheitan
Í heitinum ”Vit velja Føroyar” liggur bæði ein staðfesting og ein áheitan. Tað er ein staðfesting av, at tey, sum hava valt at liva teirra lív í Føroyum, fingið arbeiði, hava stovnað fyritøkur og skapt sær fortreytir, hava valt Føroyar.

- Men tað er samstundis eisin ein áheitan á okkara útisetar og lesandi, sum enn ikki hava valt, ella ivast í, hvat tey skulu velja, um at síggja Føroyar sum ein sjálvsagdan møguleika, siga tey í ”Vit velja Føroyar”.

Undirskrivað tíðindabrævið hava Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Eyðun Christiansen, alaðskrivari í Kommunusamskipan Føroya.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610