Skulu finna aðrar marknaðir fyri eina milliard og 150 milliónir

Skulu finna aðrar marknaðir fyri eina milliard og 150 milliónir
Var handilsstongsulin, sum ES fyrireikar ímóti Føroyum, galdandi í fjør, hevði føroyska uppsjóvarvinnan verið noydd til at finna aðrar marknaðir fyri sild og makrel fyri eina milliard og góðar 150 milliónir krónur
savnsmynd
 
25.07.2013 - 08:08
Tað er virðið á føroysku sildini og føroyska makrelinum, sum fóru til ES í fjør. Av hesum er fiskur fyri yvir 600 milliónir krónur, sum fer gjøgnum ES til onnur lond, millum annað lond í Afrika.
Tølini hevur danska stjórnin frá Hagstovuni í Føroyum. 
Danska matvørumálaráðið kunnaði í gjár Evropanevndina hjá fólkatinginum um komandi handilsstongsulin móti Føroyum.
 
Meiriluti fyri tiltøkunum
ES-nevndin fyri fiskivinnu og aling fer mikudagin í næstu viku at samtykkja at revsa Føroyar fyri sildakvotuna í ár. 
Tað hendir, hóast Danmark fer at atkvøða ímóti, tí, sum Evropanevndin fekk at vita í gjár, Danmark hugsar um ríkisfelagsskapin.
Danska stjórnin tekur undir við landsstýrinum, sum hevur nevnt møguleikan at brúka semingsmøguleikan í altjóða havrættarsáttmálanum hjá ST.
Danska stjórnin veit, at millum annað Bretland, Írland, Spania og Frakland fara at atkvøða fyri tiltøkunum móti Føroyum. 
Og við at spyrja sendistovurnar hjá Danmark í ES-londunum og við at lesa fundarfrásagnir frá fundum hjá ES-ráðnum um fiskivinnu, væntar stjórnin, at neyðugi meiriluti verður fyri revsitiltøkunum móti Føroyum. 
Uppskotið verður samtykt, hóast Danmark atkvøður ímóti, er niðurstøðan hjá stjórnini. 
Í fjør landaðu føroysk skip bara 262 tons av sild og ongan makrel í Danmark.
 
Landsstýrisfundir í dag
Enn hevur landsstýrið ikki boðað frá, hvussu landsstýrið ætlar at verja Føroyar móti revsingini hjá ES. 
Men Annika Olsen, varaløgmaður, ætlar at leggja málið fyri landsstýrið, sum hevur fund í dag. 
Annika Olsen skrivaði á Facebook í gjárkvøldið, at "sum virkandi løgmaður fari eg á landsstýrisfundi í morgin at taka upp álvarsliga málið um ES revsiátakið mótvegis Føroyum. 
Tað er umráðandi, at samlaða landsstýrið fær høvi at umrøða hvørjir kostir eru í at velja, og hvussu vit fáa Føroyar best burturúr hesi størstu politisku avbjóðing í nýggjari tíð," skrivar Annika Olsen.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871