- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlin á Trøðni óegnaður sum frítíðartilboð
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, mælti fríggjadagin til, at Skúlin á Trøðni verður brúktur sum frítíðartilboð eftir summarferiuna til børn við serligum tørvi.
Men Jan Christiansen, skúlastjóri á Trøðni, mælir staðiliga frá.
Hetta er roynt áður við vánaligum úrsliti. Millum annað hava børnini trupult við at skilja munin ímillum at vera í skúla og í einum frítíðartilboði, tá hølini eru neyvt tey somu. Hann heldur tað eisini vera løgið, at tá øll onnur børn í Tórshavnar Kommunu hava síni frítíðartilboð uttan fyri skúlagátt, so ber tað ikki til, tá talan er um børn við serligum tørvi. Og skal ein fyribils loysn finnast, so stendur Venjingarskúlin gapandi tómur.

















