40 ár við venjing

40 ár við venjing
Jana Ejdesgaard Thomsen hevur í fýra áratíggju gingið á odda fyri venjing í Føroyum
 
18.09.2026 - 09:56

Tá ið Jana Ejdesgaard Thomsen miðskeiðis í 1980-árunum kom heim úr Danmark, liðugt útbúgvin í kost og føðslu, vóru umstøðurnar í Føroyum heilt aðrar enn í dag. Í 1986 byrjaði hon sum venjari í Form & Figur, og tá vóru umstøðurnar sermerktar: sodavatnsmaskinur stóðu frammi í venjingarhølunum, roykt varð í kaffistovuni, og tað hendi enntá, at onkur sat á einari motionsúkklu við einari sigarett í hondini.

Í byrjanini vóru umleið 95 prosent av limunum mannfólk. Tá ið Jana sjálv vandi og lyfti tungt, vóru fordómarnir nógvir – so mikið, at tá ið hon einaferð fekk ein skaða í hondina, bað læknin hana steðga við hesum »tvætlinum«. Men síðani er støðan fullkomiliga vend. Í dag viðmæla læknar og fysioterapeutar styrkivenjing, og kynsbýtið er javnt.

Gjøgnum 40 ár hevur Jana fylgt við mongum rákum og arbeitt á fleiri ymiskum støðum – m.a. í Form & Figur, Fragd & Fimi, Faroe Fitness, Vælvera Fitness, Burn og nú í egnum hølum í Liljugøtu undir navninum Kom í form við Janu.

Størsta drívmegin hjá Janu er at hjálpa øðrum. At síggja fólk sleppa undan ryggpínu ella enntá skurðviðgerðum, tí tey hava styrkt kroppin, gevur henni orku at halda fram. Spurd um framtíðina, er svarið greitt: hon heldur á, so leingi hon orkar – og orkan er framvegis í hæddini.

a_2165-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096