- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarnbardur einaráðandi - Jannie ein sigur frá nummar 100
Tær eru knáar umborð á Jarnbardi, men ungar eru tær ikki.
- Miðalaldurin er 38, og allar uttan ein hava aldur at rógva við old girls, sigur Sonja í Hoyvík á Jarnbardi.
- Og so eru eisini 10 børn umborð.
Men aldurin er eingin forðing. Jarnbardur vann aftur á jóansøku og tryggjaði sær fult stigatal fjórða róðurin á rað.
Sigurin var nummar 99 hjá royndu róðurskvinnuni, Jannie Dam Jacobsen, sum kann taka nummar 100 á fjarðastevnu um tvær vikur.
- Vit vóna, at hon fær nummar hundrað næstu ferð, sigur Sonja í Hoyvík, sum heldur, at Jannie Dam Jacobsen man vera hitt besta róðursfólki í Føroyum.
Froðbingur roynir at bjóða av
Í fjør vunnu tær FM-heitið við Firvaldi, men í ár hava tær á Froðbingi rent seg inn í eina ta mest vinnandi manningina síðstu nógvu árini.
- Tað er bara at herja á. Vit hava gjørt alt tað, sum vit kunnu, vit venja hart, og tað fara vit at halda fram við, sigur Barbara Tausen á Froðbingi, sum er endaður á øðrum plássi hvørja ferð.
Tað eru tær ikki nøgdar við, og fara at royna at vinna minst eina av teimum trimum stevnunum, sum eru eftir í ár.