Tokførari avhoyrdur í dag

Tokførari avhoyrdur í dag
- Í Spania er tokførarin, sum koyrdi tokið, sum fór av breytini í býnum Santiago de Compostela mikukvøldið, varðhaldsfongslaður.
Spanski tokførarin, 52 ára gamli Fransisco José Garzón, verður væntandi avhoyrdur í dag.
 
26.07.2013 - 09:59

Tokvanlukkan hevur higartil kravt 80 mannalív, og umleið 140 vórðu løstað.

52 ára gamli tokførarin,  Fransisco José Garzón, er innlagdur á sjúkrahúsi, men er varðhaldsfongslaður kortini. Roknað verður við, at hann verður avhoyrdur í dag.

Illgruni er um, at tokið koyrdi nógv skjótari enn loyvt var. Mest loyvda ferð á staðnum var 80 kilometrar um tíman, men beint eftir vanlukkuna viðgekk tokførarin, at hann koyrdi mangt slíkt.

-Tokið kom inn í svingið við eini ferð á í minsta lagi 190 kilometrar um tíman. Eg vóni ikki, at nakar er deyður. Tað fer at vera á míni samvitsku, segði tokførarin í eini samrøðu, sum varð tikin upp beint eftir vanlukkuna.

Tokið koyrdi av sporinum í einum svingi stutt áðrenn tað skuldi steðga við eina tokstøð í Santiago de Compostela.

Landasorg er lýst í Spania í tríggjar dagar eftir vanlukkuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439