Inflatiónin bara veksur í Zimbabwe

Inflatiónin bara veksur í Zimbabwe
Inflatiónin í einum av fátækastu londunum í Afrika, Zimbabwe, er hækkað upp í 192 prosent, og nú rópar tjóðbankin varskó.
 
12.07.2022 - 09:52

Hóast fleiri átøk, so er inflatiónin í einum av fátækastu londunum í Afrika, Zimbabwe, hækkað upp í 192 prosent. Nú hóttir tjóðbankin við at hækka rentuna upp í 200 prosent.

Boðini koma frá stjóranum í tjóðbankanum, John Mangudya, skrivar Bloomberg.

Pengapolittiska nevndin í landinum er illa við av gongdini, sigur tjóðbankastjórin.

- Verður einki gjørt, so verður talan um ógvislig afturstig í Zimbabwe. Ein gongd, sum annars er batnað seinastu tvey árini.

Zimbabwe hevur dollara sum gjaldoyra, og í mun til amerikanska dollaran, er dollarin í Zimbabwe viknaður við 70 prosentum. Dollarin í Zimbabwe er tað gjaldoyra í Afrika, sum er ringast fyri.

Fíggjarmálaráðharrin í Zimbabwe, Mthuli Ncude, sigur, at landið fer at loyva fólki at nýta amerikanska dollaran sum gjaldoyra næstu fimm árini, í eini roynd at fáa gjaldaoyra í Zimbabwe støðugari, skrivar Bloomberg.

Amerikanski dollarin skal kunna nýtast til vanligt keyp hjá fólki. Prísirinir eru hækkaðir sera nógv, og orsøkin til tað er vánaligur flutningur av krígnum í Ukraina, og at landið leingi var læst av koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933