Jákup Sverri við í altjóða makrelkanningum

Jákup Sverri við í altjóða makrelkanningum
Seinastu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri tikið lut í kanningunum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum.
 
15.07.2022 - 17:35

Føroyska havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, er í løtuni við í altjóða makrelkanningum.

Seinastu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri tikið lut í kanningunum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum.

Føroyska havrannsóknarskipið hevur gjørt makrelkanningar eystan fyri Ísland, skrivar Havstovan.

Kanningarnar hava verið nakað darvaðar av veðri, og Jákup Sverri hevur higartil tikið 19 støðir.

Á hvørji støð verður trolað eftir makreli og sild, umframt at æti- og umhvørviskanningar eisini verða gjørdar.

Makrelveiðan hjá Jákupi Sverra hevur í hvørjum háli ligið millum tvey kilo og 20 tons, meðan lítið hevur verið at fingið av sild.

Hini skipini, sum gera kanningar, eru Árni Fríðriksson úr Íslandi, Vendla og Eros úr Noregi og Ceton úr Danmark.

Makrelkanningarnar byrjaðu 30. juni, og tær verða lidnar 7. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762