Torkil Veyhe: Ikki væntað, at Vingegaard fór at vinna Tour de France

Torkil Veyhe: Ikki væntað, at Vingegaard fór at vinna Tour de France
Føroya fremsti súkklari gjøgnum tíðirnar, Torkil Veyhe, hevur tvær ferðir verið liðfelagi hjá danska Tour de France-vinnaranum, Jonas Vingegaard
Torkil Veyhe hevði Jonas Vingegaard sum liðfelaga bæði á súkkluliðnum í Odder, men eisini í Coloquick
Mynd: Torkil Veyhe á Facebook  
 
24.07.2022 - 21:40

Bæði tá Torkil Veyhe koyrdi fyri súkklufelagið í Odder í Danmark, og tá hann seinni var á Coloquick-liðnum í 2017, so var Torkil Veyhe liðfelagi við nýklækta Tour de France-vinnaran, Jonas Vingegaard. 

Torkil Veyhe erliga viðgongur, at hann nokk ikki hevði væntað, at Jonas Vingegaard fór at vinna Tour de France, tá hann hitti hann fyrstu ferð. 

Men føroyski súkklarin ásannar, at tað var beinavegin greitt, at Jonas Vingegaard kropsliga egnaði seg væl til at súkkla. 

Torkil Veyhe ivast ikki í, at liðið hjá Jonas Vingegaard, Jumbo-Visma, hevur havt stóran týdning fyri sigurin. 

torkil_weyhe_(online-audio-converter_com)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928