Fleiri beinbrot í natúruni

Fleiri beinbrot í natúruni
Ikki færri enn fýra ferðir eru útlendingar hesa vikuna komnir so mikið illa fyri úti í føroysku natúruni, at teir hava havt brúk fyri sjúkraflutningi.
 
06.08.2022 - 13:13

Serliga eru tað tey, ið ganga í fjøllunum, ið kunnu koma so mikið illa fyri, at boð verða send eftir sjúkraflutningstænastuni.

Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at tvær ferðir eru boð send eftir hjálp, tí ferðafólk á Kallinum norðast á Kalsoynni hava brotið beinið.

Eisini var ein útlendingur áhældsin á Norðradalsskarði og breyt beinið, og hjálp mátti somuleiðis fáast til ein útlending, sum var staddur í Nólsoy og hevði brotið sær armin.

- Ígjøgnum summarið fáa vit fleiri slíkar fráboðanir, men tað er meira sjáldan, at so nógv av hesum hevur verið í einu og somu viku, sigur vakthavandi.

Friðarligt í Klaksvík
Annars letur politiið væl at, at tað hevur verið nøkulunda friðarligt, nú túsundtals fólk hava verið savnað til Summarfestivalin í Klaksvík.

- Í nøkrum fáum førum hava verið spentar støður, men av tí at vit hava havt fólk á staðnum, hevur borið til at kyrrað so hvørt, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Eitt fólk verður skuldsett fyri ikki at hava viljað uppgivið sítt navn, og eitt fólk varð burturvíst, tí tað ikki vildi flyta seg eftir boðum frá politiinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781