Regin Jacobsen: Loftvegis flutningur minkar útlátið hjá Bakkafrosti

Regin Jacobsen: Loftvegis flutningur minkar útlátið hjá Bakkafrosti
Loftvegis flutningur minkar ikki bara útlátið, men eisini matoyðsl, og framvegis fer bara ein lítil partur av laksinum loftvegis, sigur stjórin í Bakkafrosti
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti og nevndarformaður í FarCargo.
 
17.08.2022 - 11:10

Loftvegis flutningur av alilaksi er við til at minka um CO2-útlátið hjá Bakkafrosti, tí nú verður laksurin flogin beinleiðis úr Føroyum til USA. 

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti og nevndarformaður í FarCargo, eftir kjakið seinastu dagarnar, um tað er rætt at flyta laks loftvegis. 

Kjakið kyknaði, tá flogfelagið FarCargo mánadagin kunngjørdi, at tað í heyst fer at flúgva laks frá Bakkafrosti beinleiðis til USA.

 

Bakkafrost á Glyvrum.

 

Millum teirra, sum hava funnist at ætlanini hjá Bakkafrosti, er Bogi Hansen, havfrøðingur.

Regin Jacobsen sigur, at loftvegis flutningurin fer ikki bara at minka um útlátið, men eisini matoyðsl. Og framvegis verður bara ein lítil partur av útflutninginum hjá Bakkafrost fluttur loftvegis, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

17082022_Regin_um_utlat_til_net

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655