Botnbrak á Argjum

Botnbrak á Argjum
Stórur spenningur er um botndystin millum AB og NSÍ á Argjum undan 19. umfari í Betri-deildini við monnum, sum verður spælt í dag
Sámal Erik Hentze er aftur á Argjum - nú sum venjari fyri NSÍ
 
21.08.2022 - 14:36

AB tekur ímóti NSÍ í botnbraki í Betri-deildini við monnum í dag.

Argjamenn liggja á áttanda plássi, eitt stig frammanfyri gestirnar úr Runavík, sum liggja undir niðurflytingarstrikuni í løtuni.

Sámal Erik Hentze, sum fyrr í ár stóð á odda fyri AB-skútuni, skal nú sum NSÍ-venjari royna at yvirhála argjamenn í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.

Kapping um fjórða plássið

Við Margáir tekur EB/Streymur ímóti B36. Liðini bæði kappast í løtuni um fjórða plássið, sum kann geva pláss í evropeiskum fótbólti næsta ár.

B36 hevur tvey stig fleiri og ein dyst færri enn EB/Streymur, so ein sigur til árstalsfelagið kann gerast avgerandi.

Toppur ímóti botni

Toppliðini KÍ, Víkingur og HB hava øll uppgávur, sum tey á pappírinum eru favorittar til at loysa.

KÍ tekur ímóti 07 Vestur, Víkingur skal spæla ímóti B68 í Sarpugerði og HB fær Skála á vitjan í Gundadali.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985