Inflatiónin hækkar í Danmark

Inflatiónin hækkar í Danmark
Prísirnir hækka, og fólk hava minni at keypa fyri
Inflatiónin í ES-londum er eisini hækkað, og tað hevur havt við sær, at m.a. matvøruprísirnir eru hækkaðir enn meira.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.08.2022 - 11:10

Inflatiónin í Danmark var 9,6 prosent í juli samanborið við 9,1 prosent í juni.

Tað hevur við sær, at prísirnir framvegis hækka, og at fólk hava minni at keypa fyri.

Gongdin er alt annað enn góð, sigur búskaparfrøðingurin hjá Sydbank, Søren Kristensen, við Ekstra Blaðið.

Stígur kemur í búskapin, tí fólk hava minni at keypa fyri, og tað hevur stóran týdning fyri búskapin, sigur hann.

 

Eisini í ES

Í ES-londunum er gongdin tann sama, og inflatiónin hækkaði úr 9,6 upp í 9,8 prosent í sama tíðarskeiði.

Inflatiónin hevur ongantíð verið so stór, síðani ES fór at gera upp, hvussu prísgongdin er, og tað var í 1997.

Frá juni til juli var tað serliga prísurin á matvørum, gassi og streymi, sum hækkaði í ES londunum.

 

Mest í Estlandi

Nøkur lond eru verri fyri enn onnur. Hóast Estland er við í ES, hækkaði inflatiónin í Estlandi 23,2 prosent í juli, og tað var nógv tað mesta í ES.

Frakland og Malta sluppu betri, í teimum londunum hækkaði inflatiónin 6,8 prosent í juli.

Sveits er ikki limur í ES. Har hækkaði inflatiónin 3,3 prosent í juli, sum var minsta hækkingin í Europa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083