Týskland stuðlar Ukraina

Týskland stuðlar Ukraina
Tað verður gjørt so leingi sum kríggj er, sigur týski uttanríkisráðharrin
 
28.08.2022 - 10:29

Ukraina fer at fáa stuðul úr Týsklandi í krígnum ímóti Ruslandi, so leingi sum tað er neyðugt. Tað sigur týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, sambært Ritzau.

- Tíverri sær út til, at Ukraina hevur tørv á sterkum vápnum, eisini næsta summar, sigur uttanríkisráðharrin við blaðið, Bild Am Sonntag.

- Ukraina verjir eisini okkara frælsi og tryggjar okkum frið, og tí verður landið stuðlað so leingi sum tað er neyðugt, sigur Baerbock.

 

Atfinningar móti Týsklandi

Funnist hevur verið at Týsklandi, tí landið ikki hevur veitt Ukraina nóg mikið av stuðuli, hóast landið hækkaði verjuútreiðslurnar munandi fyrr í ár, tí peningurin skuldi nýtast at vápna Ukraina.

Týski uttanríkisráðharrin sigur, at kríggið í Ukraina kann fara at vara leingi, og tí má Týskland stuðla landið.

Fyrr í vikuni skrivaði Der Spiegel, at ein partur av stjórnarflokkinum, SPD, er fyri at fara undir samráðingar við Russland um at fáa enda á krígnum.

Orsøkin er, at Týskland hevur stóran tørv á russiskum gassi, og nú veturin stundar til, kann støðan gerast álvarslig í Týsklandi.

Longu nú hava myndugleikarnir valt at spara hita, m.a. við at avmarka gassið til almennar bygningar í fleiri býum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571