Váttað: Elias til eitt av heimsins størstu hondbóltsfeløgum

Váttað: Elias til eitt av heimsins størstu hondbóltsfeløgum
Tíðindini um, at stóra hondbóltstalentið, Elias Ellefsen á Skipagøtu, skiftir til stóra týska hondbóltsfelagið, THW Kiel, eru nú váttað. Hann fer til Týsklands næsta ár
Elias Ellefsen á Skipagøtu fer til týska stórfelagið, Kiel, næsta summar
 
01.09.2022 - 09:24

Ein av gávuríkastu ungu hondbóltsspælarunum í heiminum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, skal spæla við einum av heimsins størstu hondbóltsfeløgum, THW Kiel.

Dúgliga hevur verið gitt, og í síðstu viku skrivaðu svenskir miðlar, at dugnaligi IK Sävehof-bakspælarin var á veg til Norðurtýsklands. Tey tíðindini er nú váttað.

Hann hevur skrivað undir fýra ára sáttmála við THW Kiel, sum hevur vunnið 22 týsk meistaraheiti og í fjør vann týsku steypakappingina.

Millum spælararnar, sum umboða Kiel í løtuni, kunnu nevnast donsku landsliðsbrøðurnir, Niklas og Magnus Landin, norski bakspælarin, Sander Sagosen og kroatiska stjørnan, Domagoj Duvnjak.

Fer næsta kappingarár

Elias Ellefsen á Skipagøtu fer ikki til Týsklands alt fyri eitt; hann skal spæla við IK Sävehof hetta kappingarárið afturat og fær tískil eitt kappingarár saman við systkinabarninum, Óla Mittún, sum í summar er farin til Sävehof úr H71.

Í juli næsta ár gongur leiðin til Týsklands.

Elias á Ellefsen á Skipagøtu fór fyri tveimum árum síðan úr barndómsfelagnum, H71, til svenska felagið, IK Sävehof, í Partille uttan fyri Göteborg. 

Skaðar darvaðu hann fyrstu tíðina, men skjótt vísti spælskiparin svium, hvat hann dugdi. Úrslitið var svenska meistaraheitið í fyrstu royndini.

Síðani hevur hann vunnið steypakappingina og í mai varð hann kosin sokallaður MVP, besti spælarin, í svensku kappingini. 

Hetta hava evropeisk stórfeløg eyðvitað lagt til merkis, og tað varð Kiel, sum vann dystin um føroyska landsliðsspælaran. 

 

Serligt í hondbóltshøpi

Talan er ikki bara um eitt stórt skifti í føroyskum høpi, men eisini nakað, sum lagt verður merki til í altjóða hondbóltshøpi. sigur Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri í Hondbóltssamband Føroya:

 

01092022_Mark_til_net_1

 

Tað frættist, at føroyski landsliðsspælarin hevði tilboð frá fleiri feløgum, men at valið er fallið á júst Kiel, er væl gjøgnumhugsað, sigur ítróttarstjórin:

 

01092022_Mark_til_net_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539