Umhugsa standmynd í Fámjin

Umhugsa standmynd í Fámjin
Í sambandi við broytingar rundan um kirkjuna, umhugsar Fámjins kommuna at reisa eina standmynd til minnis um Jens Oliver Lisberg.
Fámjiningar umhugsa at reisa eina standmynd av Jens Oliver Lisberg niðan fyri kirkjuna í bygdini
 
03.09.2022 - 18:20

Í Fámjin, har tey í kirkjuni hava fyrsta føroyska flaggið hangandi og gravsteinin hjá Jens Oliver Lisberg standandi í kirkjugarðinum, ætla tey nú eisini at reisa honum eina standmynd.

Tað er í sambandi við, at Fámjins kommuna ætlar at fylla mold í gamla kirkjugarðin við kirkjuna, at tankin um eina standmynd av Jens Oliver er kveiktur.

Jóannes Lisberg, borgarstjóri, sigur við in.fo, at kirkjugarðurin er gamal og ringur at halda, og tí umhugsa tey at lata gravsteinarnir verða standandi, men at restin av kirkjugarðinum skal verða mold og flag.

Helst verður talan um eina bringumynd av Jens Oliver, ið kemur at standa niðan fyri kirkjuna, men einki er avgjørt, tí hetta er alt samalt enn bara ein ætlan.

- Jens Oliver Lisberg er helst kendasti persónur, sum fámjiningar eiga, heldur borgarstjórin.

Tað var í apríl mánaði í 1919, at Jens Oliver Lisberg saman við Janusi Øssursson úr Havn og Paula Dahl úr Vági teknaði uppskotið til Merkið, ið varð viðurkent sum føroyskt flagg tann 25. apríl í 1940.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485