- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lupu á bilafylgið hjá Assad forseta
Uppreistarbólkurin sigur í eini kunngerð: Eftir at hava kannað rutuna, sum bilurin við forsetanum skuldi koyra, varð skotið eftir honum. Vit biðja til Gud og bíða eftir at frætta, hvat hevur hent.
Víst myndir av Assad
Eftir hesa kunngerðina, sendi sýriska sjónvarpið myndir av Assad, sum vísa, at forsetin biður í einari mosku.
Ein annar uppreistrarbólkur sigur, at skotið var eftir bilafylginum hjá forsetnum.
- Assad varð ikki raktur, men sambært teimum upplýsingum, sum vit hava fingið, doyði onkur annar í fylginum, sigur ein talsmaður fyri uppreistrarbólkin.
Sambært Reuters hevur sýriski kunningarmálaráðharrin víst aftur, at uppreistrarmenn hava lopið á bilafylgið hjá forsetanum.