Tekur sum givið at tulkingin í Vinnumálaráðnum verður fylgd

Tekur sum givið at tulkingin í Vinnumálaráðnum verður fylgd
Bárður á Steig Nielsen hevur svarað Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.09.2022 - 08:38

Løgmaður "tekur sum givið", at Uttanríkis- og Mentamálaráðið fylgir tulkingini hjá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum um navnalógina, tí Umhvørvis- og Vinnumálaráðið eigur lógina, og hevur tí tulkingarrættin.

Tað sigur hann í svari til Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu.

Løgmaður sigur tó einki um, at tvær tulkingar eru í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.

Umhvørvisstovan, sum er navnamyndugleiki, sigur, at navnalógin ikki umfatar sammøður, soleiðis, sum hon nú er orðað.

Tað var longu 10. juni.

 

Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kunnu fáa eftirnavnið hjá sammóður

15.august segði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, at hóast hugtakið sammóðir ikki var við, tá navnalógin var samtykt, kunnu børn sambært lógini fáa eftirnavnið hjá sammóður.

Tí er ikki neyðugt at broyta lógina.

Hervør Pálsdóttir spyr, um tað er í móti vilja løgtingsins, sum hevur samtykt navnalógina, at  landsstýrismaðurin í mentamálum ikki gevur fólkakirkjuni boð um at skráseta børn saman við sammøðrum í kirkjubókina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136