Árinsmetingin fyri pumpuverkið í Vestmanna góðkend

Árinsmetingin fyri pumpuverkið í Vestmanna góðkend
Í góðkenningini eru treytir um, at arbeiðið skal ávirka náttúruna minst møguligt, eitt nú fugl, landslagið og áirnar.
SEV í Vestmanna.
 
14.09.2022 - 15:00

Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmetingina fyri ætlaða pumpuverkið hjá SEV í Vestmanna.

Talan er um eitt orkuverk við bæði vatnturbinum, sum skulu framleiða streym við vatni úr byrgingini á Mýrunum, og pumpum, sum skulu pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali niðan í byrgingina á Mýrunum, tá avlopsorka frá vindmyllum er tøk.

 

Pumpuskipan Vestmanna

Frítekst tagging: 

 

400 metrar inni í fjallinum

Verkið verður gjørt 400 metrar inni í fjallinum. Í sambandi við at spreingja tunlar, høll inni í fjallinum o.a., er ætlanin at leggja uml. 390 tús. rúmmetrar av gróti á fyribils ella varandi goymslu á fýra plássum í Heygadali og á Mýrunum.

Í góðkenningini eru settar treytir um, at arbeiðið skal ávirka náttúruna minst møguligt, eitt nú fugl, landslagið, áirnar og vatnrenslið í haganum, sigur Umhvørvisstovan. 

Góðkenningin sæst her.

 

 

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at enn vanta nøkur loyvi, áðrenn farast kann undir arbeiðið upp á pumpuverkið. Aðalfundurin hjá SEV hevur samtykt, at arbeiðið kann í mesta lagi kosta 1,3 milliardir kr. 

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við SEV-stjóran í útvarpstíðindunum:

 

14092022_Hakun_um_arinskanning

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542