Bretland letur Ukraina vápn og útgerð fyri 20 mia. kr.

Bretland letur Ukraina vápn og útgerð fyri 20 mia. kr.
Á ST-aðalfundinum fer nýggi bretski forsætisráðharrin at virka fyri, at heimsins lond gevast at keypa gass úr Russlandi
Liz Truss, forsætisráðharri i Bretlandi.
 
20.09.2022 - 08:39

Vesturheimurin hevur sent nógvar pengar til Ukraina, síðani russiska innrásin byrjaði. 

Og nú boðar bretski forsætisráðharrin, Liz Truss, frá, at Bretland fer at senda Ukraina vápn og aðra útgerð fyri 19,5 milliardir kr. næsta ár.

Samstundis lovar hon, at hjálpin næsta ár ikki verður minni enn tann, sum Ukraina higartil hevur fingið.

Ríkisleiðarar eru í hesum døgum á fundi í ST í New York, og á fundinum ætlar Liz Truss at virka fyri at fáa heimsins lond at gevast við at keypa gass úr Russlandi.

Í ár hevur Bretland latið Ukraina næstmest í hjálp. Bara USA hevur latið meira, meira enn 100 milliardir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 6 MF MENN
192644