Kjak um tøkugjald

Kjak um tøkugjald
Magnus Rasmussen og Aksel V. Johannesen kjakast um tøkugjaldið, nú landsstýrið vil broyta hetta gjaldið, sum alivinnan rindar fyri at brúka føroysku firðirnar.
23.09.2022 - 19:42

Alivinnan sleppur bíligari, tá laksaprísurin er lágur. Men vinnan skal rinda meira, tá laksaprísurin er høgur. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, er á veg í løgtingið við lógaruppskoti um at broyta tøkugjaldið. 

Tað er laksaprísurin á sonevnda Fish Poll Index, sum ásetir, hvussu nógv føroyska alivinnan rindar fyri at brúka føroysku firðirnar at ala á.

Í dag eru trý trin í skipanini:

0,5 prosent, tá prísurin er lægri enn 32 kr/kg
2,5 prosent, tá prísurin er millum 32 og 36 kr/kg
5 prosent, tá prísurin er hægri enn 36 kr/kg

Prosent-gjaldið verður roknað sum nøgdin í kruvdari vekt, sum felagið hevur slaktað, falda við miðalprísin á Fish Pool Index. 

Í lógaruppskotium hjá landsstýrismanninum eru fimm stig:

0,5 prosent, tá prísurin er lægri enn 40 kr/kg
2,5 prosent, tá prísurin er millum 40 og 45 kr/kg
5 prosent, tá prísurin er 45 til 55 kr/kg
7,5 prosent, tá prísurin er 55 til 70 kr/g
og 10 prosent, tá laksaprísurin er hægri enn 70 kr/kg

Sambært lógaruppskotinum vil nýggja skipanin geva landskassanum 330 milliónir í tøkugjaldi næsta ár. Tað eru 75 milliónir meira enn eftir verandi skipan. Men tað kann eisini ganga hinvegin. Sambært lógaruppskotinum hevði landskassin fingið 60-65 milliónir MINNI í tøkugjaldi, um hetta uppskotið hevði verið galdandi í fjør.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, vóru gestir í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572